Illgruni er um, at keypivatn kann elva til hormonellar broytingar. Tí mæla danskir myndugleikar fyribils til, at fólk heldur drekka kranavatn Illgruni er um, at keypivatn kann elva til hormonellar broytingar.
Hetta vísir ein nýggj týsk kanning, almannakunngjørt í net- tíðarritinum Environmental Science and Pollution Research. Kanningin fevnir um 20 ymisk sløg av keypivatni, harav 12 vístu seg at ávirka evnini at nørast hjá sniglum.
Men í fyrsta umfari mæla týskir myndugleikarnir tó til, at kanningin verður tikin við fyrivarni. Tí enn er ógreitt, hvørji evni talan er um, og hvussu tey eru endað í vatninum. Men, síðan kanningin varð almannakunngjørd, hana danir mælt til, at vit heldur sløkkja tostan við kranavatni.
- Fólk drekka alt meira keypivatn. Tí er tað umráðandi, at brúkarin kann vera heit tryggur, sigur Thomas Breck, kunningarleiðari á danska stovninum Miljø & Sundhed, sum hevur tikið stig til, at eftirkanna týsku úrslitini.
Í fyrsta umfari mælir stovnurin tó fólki til at drekka vatnið í krananum. Hetta minkar eisini um burturkastið og um útlátið av vakstrarhúsgassi.










