Drekin hjá Havnar Róðrarfelag hevur rættuliga lagt seg á FM kós. Higartil hevur Jallurin verið fremstur í FM kappingini, og tað er hann framvegis, men nú fer rættuliga at styttast, og aftur í dag bendu avrikini á, at Drekin er á FM kós.
Drekin wann ein sera sannførandi sigur á Jallinum, og nú verður tann av hesum báðum bátunum meistari, sum verður fremri á Ólavsøku um tvær vikur.
1 Drekin 04:56.18
2 Jallurin 05:00.02
3 Havfrúgvin 05:01.18
4 Firvaldur 05:03.20
5 Teistin 05:11.01
6 Royndin Fríða 05:12.05
Støðan
1 Jallurin 39
2 Drekin 38
3 Havfrúgvin 26
4 Teistin 24
5 Firvaldur 18
6 Royndin Fríða 14
7 Erla Kongsdóttir 7