Drekin vann sannførandi á Teistanum

Ikki sørt av spenningi var undan róðrinum, tí hesir báðir bátarnir hava verið rættiliga javnir alt kappingarárið, hóast Teistin flestu ferðirnar hevur drigið longra stráið. Í dag var tað so Drekin, ið lá omaná, tá ið komið var um málstrikuna. Drekin vann við í minsta lagi einari bátslongd.

 

Orsøkin til umróðurin í dag er, at á fyrsta FM-róðrinum á Norðoyastevnu varð Drekin diskvalifiseraður, eftir at verða komin á mál við júst somu tíð sum Teistin. Argja Róðrarfelag kærdi Drekan fyri viðurskifti, tey ikki mettu vera í lagi. Dómsnevndin í Róðrarsambandinum hevur síðan víst kæruni aftur.

 

Teistin og Drekin liggja framvegis ávikavist sum nummar 1 og 2 í kappingini.