Drekin steðgaði Hvassa

Genturnar umborð á Hvassa høvdu vunnið tveir teir fyrstu róðrarnar trygt, men á Jóansøkuni steðgaði Drekin sigursrøðini hjá gentunum úr Sundalagnum í einum sera spennandi róðri

Genturnar umborð á Hvassa høvdu havt eitt gott kappingarár undan Jóansøkuni leygardagin. Á Norðoyastevnuni vunnu tær róðurin hjá 5-mannaførum við gentum trygt, og sjálvt um Hvassi fekk harða kapping frá Tambar á heimasjógvi á Sundalagsstevnuni, so megnaðu tær eisini at enda at vinna tann róðurin rættiliga sannførandi. So tá 5-mannaførini við gentum fóru í gongd á Jóansøkuni leygardagin var tað við Hvassa sum favoritti at vinna róðurin.

Tað var eisini myrkareyði báturin úr Sundalagnum, sum fekk bestu byrjanina uppá róðurin. Í startspurtinum løgdu tær seg nakað fram um hinar bátarnar, og inn eftir fjørðinum vóru tað bert Drekin og Tambar, sum megnaðu at fylgja við Hvassa.

Tá bátarnir fóru undir endaspurtin, var sera javnt millum allar hesar tríggjar bátarnar, og tá bátarnir koma á mál hoyrdust trý skot mest sum upp í slag. Genturnar umborð á Drekanum tóktust tó vera vísar í sigrinum, tí rómurin umborð var stórur á sjálvum málinum.


Ivi um úrslitið

Tá bátarnir so komu inn ímóti keiini, stóðst ivi um úrslitið. Drekin helt seg hava vunnið, men tá tær nærkaðust øllum fólkunum, sum stóðu á keiini, var eingin, sum kundi siga teimum við vissu, um tær høvdu vunnið.

Brádliga var onkur á keiini, sum rópti yvir til Hvassa, at tær høvdu vunnið róðurin, og so var øgiligur rómur umborð á Hvassa, meðan genturnar á Drekanum einki skiltu.

Boðini, sum vóru komin út til manningina á Hvassa, vístu seg seinni at vera skeiv, tí Drekin hevði vunnið róðurin hjá 5-mannaførum við gentum, og sostatt steðgaðu tær sigursrøðini hjá Hvassa.

Hvassi er tó enn á odda í FM-kappingini fýra stig framman fyri Drekan og fimm stig framman fyri Tambar.