Kappingin millum 5-mannaførini við dreingjum gjørdist ógvuliga spennandi. Á norðoyastevnu vann Royndin Fríða úr Vági. Á vestanstevnu í Sørvági var Fípan Fagra fremst. Allar hinar róðrarnar í summar hevur Drekin vunnið. Tí var tað longu undan dagsins róðri mest sum greitt, at dreingjabáturin hjá Havnar Róðrarfelag fór at vinna FM, og Dreka dreingirnir vunnu bæði FM og ólavsøkuróðurin við maner.
Vágsdreingir løgdu sera bragdliga fyri, og Royndin Fríða var klárt á odda, tá ið teinurin var hálvrógvin. Men so tók at styttast millum Royndina og Drekan, og í endaspurtinum munaðu tøkini hjá Drekanum øgiligt. Drekin var skutin undan Royndini Fríðu, og Fípan Fagra var nummar trý. Tað vil siga, at røðin á ólavsøku var nett tann sama, sum hon var í FM kappingini.
5-mannafør dreingi
1 | Drekin | 04:38.16 | ||
2 | Royndin Fríða | 04:40.07 | ||
3 | Fípan Fagra | 04:41.15 | ||
4 | Jallurin | 04:44.00 | ||
5 | Blikur | 04:50.06 | ||
6 | Ternan | 04:51.07 | ||
7 | Sílið | 05:20.00 |
Endaliga støðan
1 | Drekin | 47 | ||
2 | Royndin Fríða | 39 | ||
3 | Fípan Fagra | 35 | ||
4 | Jallurin | 32 | ||
5 | Blikur | 19 | ||
6 | Ternan | 15 | ||
7 | Sílið | 5 | ||
8 | Silja | 3 | ||
9 | Frúgvin | 1 |