Drekin Reyði verður ikki tamdur

Drekin Reyði aftur nógv fremst

Hann hevur vunnið báðar róðrarnar higartil og einans Klaksvíkingur hevur megnað at givið honum kapping.

 

Á Eystanstevnu leyp Drekin Reyði avstað frá hinum, sum vanligt. Havnarbáturin roynir at fylgja, men er skjótt hálva bátslongd aftanfyri Drekan Reyða og dragnar skjótt longur aftur.

 

Drekin Reyði er skjótt eina bátslongd á odda, Havnarbáturin hálvan skut framman fyri Eysturoying, við Orminum Langa ein skut aftanfyri.

 

Við oljukeiina er Drekin Reyða tvær bátslongdir framman fyri Havnarbátin, sum er ein skut framman fyri Eysturoying, sum aftur er hálva bátslongd framman fyri Ormin Langa og undir Høgabóli eru Drekin Reyði tríggjar bátslongdir á odda.

 

Hetta gjørdist enn ein sannførandi sigur til Drekan Reyða. Havnarbáturin endaði aftur nummar tvey, meðan Eysturoyingur hesuferð megnaðu at vinna seg framm um Ormin Langa og upp á triðja pláss.

 

Drekin Reyði hevði tíðina 04:37.24, Havnarbáturin hevði tíðina 04:47.20 og Eysturoyingur 04:51.12.