Drekin Reyði fremstur í stórum drama

Havnarbáturin lá á Klaksvíkingi í kappingini millum 10-mannaførini um næstfremsta plássið

Tað var so stór og tøtt kapping millum trý tey fremstu 10-mannaførini á jóansøku, sum tað sjáldan hevur verið, og sum tað als ikki hevur verið í ár og tey seinnu árini.

Mest sum allan teinin vóru tað Drekin Reyði og Havnarbáturin, sum stríddust um at hava stavnin frammanfyri kappingarneytan. Tá ið teir fóru undir endaspurtin, stakk Havnarbáturin seg hálvan skut framum tann reyða bátin. Men Drekin Reyði svaraði aftur, og tað varð uppaftur meiri spennandi, tá ið Klaksvíkingur, sum leingi hevði verið meiri enn hálva bátslongd aftanfyri hinar báðar, av álvara tók dyk á seg.

Á síðstu hálvt hundrað metrunum munaðu tøkini hjá klaksvíkingum meiri, enn tey gjørdi hjá hinum báðum. Klaksvíkingur megnaði tó ikki at sleppa av triði fremsta plássinum. Drekin Reyði var treystastur og reystastur í tvíkappingini í toppinum, men tað var ógvuliga tepurt.

Úrslitið í dag ber við sær, at tað dragnaði eitt sindur millum Drekan Reyða og Klaksvíking í FM kappingini. Nú er báturin hjá Argja Róðrarfelag trý stig undan teimum úr Klaksvík.

Úrslitið í dag ber eisini við sær, at tað má roknast at vera stórur møguleiki fyri, at Havnarbáturin av álvara fer at bjóða seg fram í kappingini um fremsta plássið.

Tað fær valla verið meiri spennandi, tá ið tað er minni enn eitt hálvt sekund millum nummar eitt og trý!

Ormurin Langi var klárt nummar fýra, og aftur í dag var Nólsoyingurin nummar fimm.

 

1Drekin Reyði04:43.00  
2Havnarbáturin04:43.05  
3Klaksvíkingur04:43.11  
4Ormurin Langi (RK)04:50.16  
5Nólsoyingurin04:56.07