Tað hevur gingið alt annað enn væl higartil í ár hjá Drekanum Reyða av Argjum, sum í fyrraárið vann FM, og sum í fjør tapti FM finaluna á ólavsøku ímóti Klaksvíkingi.
Eysturoyingur við gamlari gullmanning vann fýra tær fyrstu ferðirnar í ár, og hjá Drekanum Reyða hevur tað ikki vignast væl. Á jóansøku endaði Drekin Reyði á fjórða plássi.
Í dag var talan um sanna uppreisn fyri 10-mannafarið hjá Argja Róðrarfelag. Drekin Reyði var alla tíðina við í sera tøttu kappingini um fremsta plássið, og hann hevði stavnin undan avbjóðarunum mest sum alla tíðina.
Eysturoyingur var heilt frammi í oddinum onkra løtuna, og tað líka sum lá í luftini, at tað ivaleyst fór at hepnast hjá gula bátinum í endaspurtinum.
Soleiðis varð tað ikki. Drekin Reyði megnaði at halda seg frammanfyri allar hinar tríggjar, sum vóru í ógvuliga tættari kapping um næstfremsta plássið.
Á málinum var eitt sekund millum teir báðar fremstu, og hinir báðir vóru bara brotpart av sekundi aftari. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað var umleið ein hálv bátslongd millum fremsta bátin og aftasta bátin.
Tað var eingin munur á Havnarbátinum og Orminum Langa, sum báðir vórðu dømdir at vera á triðja plássi.
1 Drekin Reyði 04.53.09
2 Eysturoyingur 04.54.09
3 Havnarbáturin 04.54.24
3 Ormurin Langi 04.54.24
Støðan
1 Eysturoyingur 34
2 Drekin Reyði 27
3 Havnarbáturin 26
4 Ormurin Langi 24
5 Suðuroyingur 3










