Tað var framúr kappróður millum tveir teir fremstu bátarnar, tá ið tað var finala í kappingini millum gentubátar.
Firvaldur fleyg avstað, meðan starturin ikki hilnaðist so væl hjá Drekanum, sum higartil í ár hevur verið tann drúgvasti, hóast gentubáturin hjá Havnar Róðrarfelag ikki hevur vunnið síðani á Skálafjørðinum.
Men Drekin fótaði sær, og tá ið hálvt málið var rógvið, varð tað greitt, at kappingin um sigurin fór at standa millum Drekan og Firvald. Hinir bátarnir smokkaðu meiri enn eina bátslongd afturum. Jallurin og Fípan Fagra kappaðust um bronsuplássið, og í tí kappingini var Fípan Fagra tann drúgvara.
Í toppinum tók Drekin Firvald, men tær av Tvøroyri vóru treiskar og svaraðu aftur í endaspurtinum, áðrenn Drekin á síðstu smáu hundrað metrinum vísti seg at vera stinnari.
1 | Drekin | 05:01.31 |
2 | Firvaldur | 05:02.08 |
3 | Fípan Fagra | 05:05.49 |
4 | Frúgvin | 05:07.12 |
5 | Jallurin | 05:08.14 |
6 | Teistin | 05:10.16 |
7 | Spógvin | 05:14.04 |
8 | Ingibjørg | 05:15.19 |
9 | Sílið | 05:18.22 |
10 | Falkur | 05:19.04 |
1 | Drekin | 31 |
2 | Fípan Fagra | 26 |
3 | Firvaldur | 24 |
4 | Jallurin | 20 |
5 | Frúgvin | 15 |
6 | Teistin | 10 |
7 | Rókurin | 7 |
rsf.fo