Drekin eigur bestu dreingirnar

Drekin hevur í dag orduliga lagt seg út í kappingina um FM heitið í kappingini millum dreingjabátarnar.

Talan var um ógvuliga tætta og spennandi kapping. Firvaldur av Tvøroyri og Havfrúgvin úr Vestmanna vóru fremstu bátarnir, inntil málið var meiri enn hálvrógvið.

So var tað, at Drekin og Jallurin orduliga tóku sær um reiggj. Drekin stakk seg framum allar hinar, og Jallurin, sum leingi var á fjórða plássi, rann fram á næstfermsta plássið, meðan Havfrúgvin, sum eina løtu tóktist hava kós ímóti heimasigri, endaði á bronsuplássinum.

Úrslitið í dag ber við sær, at FM kappingin millum Drekan og Jallin er sera tøtt og spennandi.

 

1 Drekin 05:30.21

2 Jallurin 05:31.14

3 Havfrúgvin 05:32.23

4 Firvaldur 05:35.06

5 Teistin 05:37.21

6 Royndin Fríða 05:47.03

 

Støðan

1 Jallurin 33

2 Drekin 31

3 Havfrúgvin 21

4 Teistin 21

5 Firvaldur 14

6 Royndin Fríða 12

7 Erla Kongsdóttir 7