Drekin á Dalavegnum

Sum drekin – ormurin við veingjum – smýgur bygningurin sær niðan eftir trøðni við Dalavegin. Í leysum lofti.

 

Av teimum sjey verkætlanunum hjá Bústøðum, eru neyvan nøkur so sermerkt og øðrvísi sum Drekin, verkætlanin við Dalavegin í Havnini.

 

Drekin skal, sum navnið í ávísan mun leggur upp til, sveima í leysum lofti. Í mun til aðrar bygningar, ið eru niðurgrivnir í lendi, skal Drekin standa á súlum.

 

Takið skal vera flagtak, ella rættari, álin, ið er skrædlað oman av trøðni. Hon fer tí at innihalda allan tann vøkstur, ið er at finna á lendinum runt um bygningin.

 

Arkitektafyritøkan 99 sigur at lyklaorðið í verkætlanini er burðardygd. At verja upprunalendið, at spara orku, at skapa trivnað, at byggja bíliga og samstundis byggja vakurt.

 

Drekin er ætlaður øllum málbólkum. Talan er um smærri íbúðir, frá 50 m2 til 125 m2. Bústaðir vænta at um 30 íbúðir verða bygdar á hesum 7.158m2 stóra grundøkinum. prosjekteringin er farin í gongd og verkætlanin væntast at verða liðug á várið 2016.

 

Kelda: Bústaðir, Ársfrágreiðing 2013.