Drekavarp á drekin.fo

Sum nakað nýtt bjóðar heimasíðan hjá Drekanum nú eisini teimum vitjandi videoklipp, sum hava við kappróður at gera. Til ber at síggja og hoyra samrøður, sum verða gjørdar kring róðrarnar, eins og málmyndirnar frá øllum róðrum eru at síggja. Hartil hevur heimasíðan eisini serstaka SMS-tænastu, har til ber at fáa róðrarúrslitini sendandi á fartelefon, beint sum róðrarnir eru lidnir.