Drekastevnið er enn við

Við sannførandi sigri í Vestmanna hevur Havnarbáturin rættiliga bjóðað Orminum av í FM kappingini millum 10-mannaførini

Tað er lagt upp til sera tætta kapping um FM heitið í kappingini millum 10-mannaførini. Havnarbáturin var fyrstur á mál á seinasta róðrinum á fjarðastevnuni, og so er lagt upp til spennandi kapping i í teimum báðum síðstu kappingunum – í Miðvági og á Ólavsøku.

Tað var ógvuliga stórur spenningur undan startinum í dýrdarveðrinum. Vestmenningur tjóvstartaði, og tí varð neyðugt við nýggjum starti.

Havnarbáturin leyp avstað, og síðani stýrdi hann kappingini, og á málinum var hann gott og væl leysur av Orminum, sum frammanundan hevði vunnið tríggjar av fýra róðrum.

Eysturoyingur og Vestmenningur vóru við fyri fyrstu ferð. Eysturoyingur bjóðaði av í startinum, men tað var skjótt, at guli báturin dragnaði, og so var talan um tvær kappingar: Havnarbáturin og Ormurin kappaðust um fremsta plássið. Í tí kappingini var munurin ein bátslongd og reiðiliga tað.

Í aftaru kappingini var Eysturoyingur fremstur.