Hesa ferð varð nýggjur vinnari funnin í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Á norðoyastevnu í Klaksvík vann Fípan Fagra, og eina løtu sá tað út til, at tað skuldi eydnast Fípuni Føgru at vinna aftur í dag.
Í Klaksvík var tað í kapping við Silju úr Fuglafirði, at Fípan Fagra vann. Hvørki Fípan ella Silja fingu serliga góðan start í dag. Kortini var Fípan góða løtu í tættari kapping við Jallin og Drekan, og sum tað leið fram ímóti málinum vóru tað tær umborð á Drekanum, sum vóru tær drúgvastu. Á málinum var munurin eitt stórt sekund millum teir báðar fremstu.
Jallurin vann kappingina um bronsuplássið við Silju. Eisini í tí kappingini var tað tætt. Jallurin var minni enn eitt sekund frammanfyri Silju.