Dreingjakór úr Danmark á rundferð í Føroyum

Í hesum døgum er Skt. Clemens Drengekor úr Aarhus á rundferð í Føroyum. Talan er um eitt lutfalsliga nýtt kór, sum varð stovnað í 2003 og í dag eru 45 dreingir og menn í aldrinum níggju til 60 ár í kórinum.

 

Kórið hevur einar 10 konsertir um árið og hevur eisini sungið í fleiri londum, eitt nú Niðurlondum, Týsklandi, Belgia og Fraklando. Tey hava eisini sungið við Aarhus Jazz-Orchestra og Fallulah.

 

Kórið er knýtt at dómkirkjuni í Aarhus og sandundirvísingin er í samstarvið við tónleikaskúlan har í býnum.

 

Og nú er kórið so á rundferð í Føroyum og hetta til 3. juli, fer kórið at hava sjey konsertir í runt um í Føroyum. Lagt verður fyri við konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík í dag, og síðani gongur leiðin til Fuglafjarðar, til gjónna við Gjógv, Vesturkirkjuna í Havn, so inn aftur á Skála, og endað verður við tveimum konsertum í Vágs Kirkju tann 2. og 3. juli.