Fótbóltur
Í átta ár var Mikkjal Thomassen ikki at finna á føroyska fótbóltslandsliðnum. Hetta hóast hann í fleiri ár varð mettur millum teir allar bestu í landinum.
Í fjør fekk hann tó møguleikan á miðvøllinum, tá nógvir skaðar gjørdu um seg, og við sannførandi avrikum beit hann seg frá fyrsta minuttir mest sum fastan í byrjunaruppstillingina.
Tí kann roknast við, at hann verður millum teir fyrstu ellivu á Tórsvølli, og sjálvur heldur Mikkjal, at hetta væl kann metast sum ein ynskisdreymur hjá sær.
- Í fótbólti kanst tú ikki taka nakað fyri givið, men tað er sjálvandi ein dreingjadreymur, tá tú fært møguleikan at dystast móti heimsmeistarunum. Tað er ein møguleiki, sum tú ert beinleiðis takksamur fyri at fáa, sigur Mikkjal, og leggur afturat, at hann støðugt vil stríðast fyri sínum plássi.
- Tað eru jú nógvir góðir spælarar, sum vilja troka seg framat, og tí krevur tað, at tú støðugt ert á toppinum. Men eg vil so stríðast fyri mínum møguleika, sigur hann.
Bakkar ikki fyri Gattuso
Og tað er ikki eiti á møguleika, sum føroysku spælararnir hava hesaferð. Heimavøllur móti sjálvum heimsmeistarunum. Og Mikkjal viðgongur, at tað er uppgávu, sum kann tykjast mest sum ræðandi.
- Tað eru jú nakrir av heimsins bestu spælarunum, sum vit skulu dystast við. Men júst tann veruleikin eigur eisini at fáa tað allar-besta fram í okkum. Tað ger tað í øllum førum hjá mær, og eg verði ikki bangin. Líkamikið, hvørjum spælari eg standa ímóti.
Og tú bakkar heldur ikki, um tað er ein Gattuso, sum kemur í fullari ferð?
- Nei, ikki ein sentimetur. Teir skulu føla, at tað eru føroyingar, sum teir spæla ímóti.