Dreingirnir á Páll Fanga vístu seg sum menn

6-mannafør menn: FM vinnararnir tvey tey seinastu árini í dreingjakappingini vóru drúgvastir

Eftir at hava vunnið FM við 5-mannafarinum Fípuni Føgru bæði í 2016 og 2017 bjóða dreingirnir í Klaksvík seg í ár fram í kappingini millum menn. Tað gera teir umborð á 6-mannafarinum Páll Fanga.

 

Teir flestu teirra hava framvegis aldur at rógva við 5-mannafarinum, men tað vísti seg ikki at vera forðing fyri at vera við í kappingini millum 6-mannaførini.

Rádni legði bragdliga fyri og var fremstur fyrra partin av 1000 metra málinum. Tá ið hálvt málið var rógvið, tók Páll Fangi Rádna, og so var tað ongantíð nakað ivamál um, at Páll Fangi fór at vinna. Hann var skjótt leysur av Rádna, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd.

 

1 Páll Fangi 04.55.39

2 Rádni 04.59.34

3 Gongurólvur 05.02.10

4 Lómur 05.05.01