Tað er tónleikarin og málarin Eli Smith, sum hevur tikið stig til dreingjakórið Undir Brúnni. Kórleiðari er eingin minni enn dirigenturin í Føroya Symfoniorkestri, Martin Mouritsen.
Dreingjakór hava ikki verið vanlig í Føroyum. Men her er kanska vend um at koma í. Sosialurin frættir at eisini í kommunuskúlanum í Havn, hava tey sett á stovn eitt dreingjakór.










