HB vann steypafinaluna í aldursbólkinum U18 hjá dreingjum. Teir vóru á odda 3-0 í hálvleikinum, men seinastu løtuna minkaði NSÍ um munin tvær ferðir. HB kláraði at standa ímóti og vann.
Les eisini: U17 Gentur: Kí vann greitt á B36
NSÍ var væl við fyrstu løtuna og høvdu nakrar fínar møguleikar, men HB hevði í Teit Jacobsen ein liðskipara, sum bara skal hava ein møguleika, áðrenn hann tekur av.
Tað gjørdi hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann við vøkrum skotið legði HB á odda. Staddur á brotsteigarmarkinum – nakað til vinstru – sendi hann bóltin í handari stong og inn. Dagsins flottasta mál.
Løtu seinni økti Hjalti Djurhuus eftir hornaspark. Áðrenn farið varð til hálvleiks økti Teit Jacobsen aftur, tá hann elti eini afturlegging og megnaði at tveita seg fram og prika bóltin í málið.
Í hálvleikinum mundu tey verða fá, ið mettu at NSÍ hevði ein møguleika. Í álopinum stríddust menn sum Petur Knudsen, Jann Benjaminsen og Jannik Olsen óført. Tað eydnaðist at fáa spenning í, tá NSÍ í tveimum førum minkaði um munin seinastu fimm minuttirnar.
Í báðum førum var tað Hans Marius Davidsen, sum skoraði. Seinastu minuttirnar stóð nógv á HB verjuni, men tað eydnaðist at standa ímóti.
Oddbjørn Joensen, landsliðsvenjari hjá U19 landsliðnum, valdi Bartal S. Wardum til dagsins spælara.
HB – NSÍ 3-2 (3-0)
1-0 Teit Jacobsen
2-0 Hjalti Djurhuus
3-0 Teit Jacobsen
3-1 Hans Marius Davidsen
3-2 Hans Marius Davidsen










