Dreingir móti monnum

Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, staðfesti eftir dystin, at støðan er lítið hugalig í høvuðsstaðarfelagnum í løtuni. Men hann er framvegis bjartskygdur.

- Vit verða bukaðir av í dag. B68 spælur væl, og sigurin er fult uppiborin. Vit hava ikki dirvið at leypa inn í nærdystirnar. Tað vóru dreingir móti monnum í dag. Toftamenn eiga rós fyri sítt avrik, sigur B36-venjarin. Hann greiðir frá, at gestirnir fingu ein skelk frá byrjan.

- Vit koma afturum alt fyri eitt, og tá verður tað torført. Vit royna at trýsta eftir hvíldina, men tá B68 økir um leiðsluna eftir verjumistak frá okkum, velja vit bara at verja restina av dystinum, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36.