– Eg eri í SJOKK! Børnini fóru út at ganga grýlu, og tá tey vóru á Grønlandsvegnum umleið klokkan 21, komu eini fimm 15-17 ára gamlir dreingir í svørtum maskum og spurdu, »hvat helviti tey gjørdu« og tóku bommposarnar hjá báðum børnum.
– Eg vóni, at hesir dreingir sita við ringari samvitsku nú teir eta bommini, sum míni børn hava samlað í kvøld, skrivar ein ikki sørt ørg mamma, sum á Facebook heitti á dreingirnar um at koma aftur við bommunum og geva børnunum eina umbering.
Seinni skrivar hendan mamman aftur, at »tveir sera keddir dreingir hava nú verið og biðið um umbering og latið børnunum bommposarnar aftur«.