Við tíðini 8:01.67 hólvaðu dreingirnir hjá Havnar Svimjifelag næstan 7 sekund av gamla metinum í 4x200 metur á langgeil, sum teir sjávlir áttu. Tað metið varð sett 26. mai í 2017, tá teir svumu tað upp á 8:08.47.
Føroyameistarakapping í svimjing á langgeil er hetta vikuskiftið í Pálshøll í Vági, har luttakarar úr svimjinfeløgunum kring landið eru við. Kappingin byrjaði gjáramorgunin og endar seinnapartin í morgin.
Úrslitini síggjast her