Týska løgreglan hevur handtikið tvey tannáringar, sum hildið verður hava kastað steinar eftir bilum frá brúgvum á motorvegum í Týsklandi.
Teir báðir dreingirnir eru 18 og 19 ára gamlir og vórðu handtiknir í gjár. Teir viðganga, at teir fleiri ferðir hava kastað steinar eftir bilum av brúgvum um motorvegin.
Økið hevur verið merkt av, at seinar hava verið kastaðir eftir bilum síðani februar.
Millum annað var ein donsk kvinna særd, tá bilur hennara varð raktur 8. mai.
Tann 18 ára gamli og tann 19 ára gamli verða framsettir í rættinum seinni í dag, upplýsir løgreglan.
Dreingirnir eru úr Norðurtýsklandi.
Hetta vandamikla herverkið hevur eisini merkt tryggleikan í Danmark. Í gjár var ein bilur raktur av seinum á Helsingørmotorvegnum.
Ein týsk kvinna doyði fyri tveimum árum síðani, tá onkur kastaði ein 30 kg tungan betongstein av ein brúgv í Jyllandi. Maðurin fekk stóran skaða og ber brek restina av lívinum. 5 ára gamli sonur teirra var eisini í bilinum. Enn hevur danska løgreglan ikki fingið greiðu á, hvør framdi illgerðina.
/ritzau/










