Dreingir eru stjórar – gentur vaska

Ein nýggj kanning frá Tankasmiðuni DEA og KT-risanum Microsoft avdúkar, at áhugin hjá teimum ungu fyri tøkniligum lærugreinum minkar ógvusliga síðstu árini í barnaskúlanum. Serliga eru tað genturnar, sum missa hugin, vísir greiningin.

 

Tað skrivar danska blaðið Informatión sambært Ritzau.

 

Í dag fer Tankasmiðjan DEA í samstarvi við Microsoft at leggja fram eina nýggja kanning, sum vísir, at áhugin hjá teimum ungu – serliga gentunum – fyri náttúrúvísindum og tøkni minkar ógvusliga síðstu árini í barnaskúlanum. Greiningin bendir á, at tað stendst av einstáttaðari uppfatan av sonevndum dreingja- og gentustørvum og manglandi fjølbroytni í lýsing av størvum, sum fáast við náttúruvísindi og tøkni.

 

Loysnin er at seta tiltøk í verk nógv fyrr, sigur aðalstjórin í Tankasmiðjuni DEA, Stina Vrang Elias.

 

– Gjøgnum barnaárini fáa gentur eina fatan av, at tøkni og náttúruvísindi eru eitt manligt arbeiðsøki, sum ikki hóskar seg til tað, sum gentur ímynda sær og droyma um.

 

– Ein fatan, sum foreldur teirra ikki vilja víkja frá. Vit skulu bjóða hesum av nógv fyrr, so tey kunnu røkja tann áhuga, tey hava frá tí, at tey vóru smá, sigur hon við Informatión.

 

Kanningin vísir, at 70 prosent av teimum spurdu foreldrunum hava eina fatan av, at dreingir hava størri áhuga fyri tøkni og náttúrúvísindum enn genturnar. Bara eitt prosent heldur, at genturnar hava størri áhuga í hesum lærugreinum.

 

Í greiningini vera lærugreinarnar hjá børnum í 4. og 5. flokki bornar saman við hjá teimum í 8. og 9. flokki, og tað er týðuligt fall í áhuganum hjá teimum ungu fyri náttúruvísindum, sum ikki sæst í málsligu lærugreinunum.

 

Fyri at fáa genturnar við, skal skapast samband millum gerandisdagin hjá teimum ungu og tøkiligu og náttúrúvísindaligu lærugreimarmar. Tað sigur Henriette T. Holmegaard, lektari á Naturfagenes Didaktik á Keypmannahavnar Universiteti.

 

– Tað snýr seg eisini um tær væntanir, sum tey ungu møta í samfelagnum, í útbúgvingarskipanunum og í framtíðar størvum, tí her eru eisini kynseinsháttaðar uppfatanir. Avleiðingin er, at tey ungu og serliga nakrar av gentunum spyrja seg sjálvi, um tær yvirhøvur passa inn, og um tær vilja hava eitt slíkt lív og slíka framtíð. Tað hevur týdning, at tær ikki føla, at tær skulu gera neyðsemju við seg sjálvar og dreymar teirra fyri at passa inn, sigur hon.

 

Fyri Microsoft er tað av alstórum týdningi at fáa fleiri gentur at velja náttúruvísindaligar og tøkniligar útbúgvingar, tí tað hevur avgerandi týdning fyri starvsgreinina, sigur Charlottte Mark, forstjóri við Informatión.

 

Tí hevur virkið gjøgnum fleiri ár stuðlað fleiri tiltøk, sum skulu økja lutin av kvinnum í tøkniligum størvum. Men tað snýr seg »ikki« um sosialu ábyrgdina hjá arbeiðsplássinum, CSR, sigur Charlotte Mark.

 

– Vit vera við undirlutan, um samfelagið og virki ikki gera íløgur í margfeldi. Tað fer at kosta okkara kappingarevni, tí tað eru nógv onnur lond, sum hava tað sum mál og gera íløgur í tað, sigur hon.

 

information.dk/indland/2019/02/drenge-direktoerer-piger-goer-rent-koensstereotype-opfattelser-praeger-stadig-unges-valg