Visti tú, at sjálvmorðstíttleikin er fýra ferðir so høgur hjá dreingjum sum hjá gentum? At dreingir eru í størri vanda fyri at vera offur fyri ógvusligum kriminaliteti? At teir eru í fimm ferðir so stórum vanda fyri at enda í ungdómsfongsli?
Í dag er, sambært Javnstøðunevndini, altjóða dreingjadagur.
- Í dag, altjóða DREINGJADAGIN, heiðra vit øllum dreingjum og øllum tí góða, teir hava at geva familjum sínum og samfelagnum. Hetta er samstundis ein dagur, her fokus verður sett á avbjóðingarnar, teir møta í uppvøkstrinum, skrivar Javnstøðunevndin.
- Um ein drongur verður vanrøktur ella veksur upp í hatri og harðskapi, er tað sjálvsagt, at hann verður ein misskiltur og ørkymlaður tannáringur. Og næsta avgerandi broytingin til at gerast maður verður uppaftur torførari. Okkara mál er, at allir dreingir vaksa upp til virðiligar menn, sum kunnu gagna familjuni, samfelagnum og landinum, og fara at gera heimin til ein betri stað hjá dreingjum og gentum allastaðni, sigur Jerome Teelucksingh úr Trinidad, sum hevur stovnað dagin.
Seinasta gransking um dreingir vísur:
1. at tað er 50% sannlíkt, at dreingir duga ikki grundleggjandi lesiførleikarnar samanborið við gentur
2. at teir eru í 100% størri vanda fyri fáa staðfest ADHD samanborið við gentur
3. eru í størri vanda fyri at verða offur fyri ógvisligan kriminalitet
4. at teir fáa 70% av vánaligastu støðumetunum og dumpikarakterunum
5. at sjálvmorðstíttleikin er fýra ferðir so stórur sum hjá gentum
6. at teir eru í fimm ferðir so stórum vanda fyri at enda í ungdómsfongsli.
Her í Føroyum vísti nýggja kanningin av lesiførleikunum hjá dreingjum og gentum eisini, at stórur munur er á kynunum.
- Kanningin av lesivanunum staðfestir, at tað er ikki einki um hetta, at skúlin møtir gentunum betur samanborið við dreingirnar, og at hetta er týðiligari í Føroyum enn í Danmark; dreingir eru eftirbátur ikki bara, tá ið talan er um at lesa, men eisini á øðrum økjum við, til dømis fáa teir minni hjálp til skúlating, teir hava eina verri fatan av skúlanum og lærarum enn gentur, teimum dámar verri at ganga í skúla enn gentur og so framvegis, stóð at lesa í Skúlablaðnum í apríl.
- Í svarunum hjá lærarum sæst eisini aftur, at teir hava annan hugburð til dreingir enn gentur; hugburðurin til dreingir er negativari, og teir meta, at dreingir duga verri enn gentur. Hetta speglast so aftur í hugburðinum hjá dreingjum, sum siga seg hava verri viðurskifti við læraran enn gentur hava. Við øðrum orðum er sambandið millum læraran og dreingjanæmingin verri enn millum læraran og gentunæmingin; fatanin hjá dreingjum av lærarum, skúlanum og læring verður váttað av svarunum hjá lærarunum, stutt sagt er sambandið millum læraran og dreingjanæmingin verri. Sjálvsmyndin hjá dreingjum skalast tó ikki av hesum; teir meta seg duga betur, enn lærarin heldur teir duga, skrivaði Skúlablaðið tá.