Dreingir 16: Áttandi steypasigurin hjá H71

H71 vann spennandi finalu ímóti VÍF.

Steypafinalan í Dreingir 16 varð spæld ímillum steypaliðið av øllum í ár, H71, og VÍF.

 

Talan gjørdist um ein spennandi og væl spældan dyst. VÍF byrjaði betur, men H71 vann seg væl inn í dystin aftur. Hoyvíkingarnir fóru til hálvleiks við einari leiðslu á trimum málum, 13-10.

 

VÍF svaraði tó væl aftur í seinna hálvleiki, har liðini fylgdust á máltalvuni. At enda hevði H71 tó yvirvágina og vann tepurt - 21-20.

 

H71 luttók í heili níggju av teimum 11 steypafinalunum, sum eru blivnar spældar í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið, og vann felagið heili átta av hesum steypafinalum.

 

Jákup Nolsøe Olsen hjá VÍF bleiv valdur til dagsins besta leikara í dystinum.

 

Málskjúttarnir vóru hesir:

 

VÍF: Jákup Nolsøe Olsen 7, Teitur Rúnason 6, Kaj Johannesen 5 og Petur Simonsen 2.

 

H71: Tórmóður Petursson Djurhuus 5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Wilhelm Poulsen 4, Høgni Fríðuson Gaard 3, Dánjal Sørensen 2, Pauli Mittún 1 og Jógvan Petersen 1.