Favorittarnir úr Hoyvík greiddu sína skyldu í finaluni móti Team Klaksvík í aldursbólkinum dreingir 16. Teir vunnu 28-14. Hoyvíkingar eru væl fyri í hesum árganginum og sást aftur á spælinum.
Les eisini: Beinleiðis stroyming frá finalunum
Team Klaksvík hevur trupult við at fáa fótin fyri seg sum hondbóltsfelag, men júst hesin árgangurin kann verða við til at byggja eina grund í felagnum. Hóast teir taptu greitt, so eru fleiri evnaríkir spælarar á liðnum.
Eftir dystin bleiv Pauli Mittún úr H71 valdur til besta spælara í dystinum. Venjarar hjá H71 eru Mark Lausen-Marcher, Pætur Thomsen, Dánjal Tórgarð og Andrias Gaard.
Steypafinalan dreingir 16:
H71 – Team Klaksvík 28-14