Í steypafinaluni hjá Dreingir 14 vóru tað Neistin og H71, sum hittust. Hesi liðini eru eisini tey, ið eru á ávíkavist øðrum og fyrsta plássi í landskappingini, har bara tvey stig skilir liðini. Tískil var lagt upp til ein spennandi dyst, og tað bleiv dysturin eisini.
Í fyrra hálvleiki var tað H71, ið hevði munin. Hálvleiksstøðan var 7-5 til hoyvíkingarnar. Neistin kom tó sterkt aftur í seinna hálvleiki, og dysturin gjørdist so tættur og spennandi, at neyðugt varð við longdari leiktíð. Endaliga úrslitið eftir teir fyrstu 40 minuttirnar bleiv 14-14.
Í longdu leiktíðini bleiv spælt tvær ferðir 5 minuttir. Í fyrstu syftu førdi longda leiktíðin tó ikki til nakran vinnara, tí at eftir 50 minuttir var støðan framvegis javnleikur, 17-17. Tískil bleiv enn einaferð neyðugt við longdari leiktíð.
Her vóru tað tó hoyvíkingarnir, ið drógu longra stráðið. Endaliga úrslitið gjørdist 22-20 til H71. Sostatt hevur H71 vunnið allar tær fimm ungdómssteypafinalurnar, sum felagið higartil hevur luttikið í í dag.
Dánjal Ragnarsson hjá Neistanum bleiv valdur til dagsins leikara.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
Neistin: Dánjal Ragnarsson 5, Sveinur Lava Olsen 5, Pauli Høj 4, Niels Johnsson 2, Bjarti Vitalis Mørk 2, Jóhann Hansson Joensen 1 og Gilli Holm 1.
H71: Pauli Mittún 7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7, Hákun West 3, Sakaris Aniano Sakarisson 3, Páll Rubek Joensen 1 og Sveinur Olafsson 1.