Tað var í desember í fjør, at arbeiðsfólkið, sum var knýtt at flakavirkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun, hevði sína seinastu løngjalding til tey tímaløntu. Nøkur fastlønt fólk, eini trý ella fýra í tali, hava alla tíðina verið knýtt at virkinum, og eru tey tað framvegis.
In.fo hevur av og á spurt Marner Lisberg, stjóra, hvussu gongur at umskipa ætlaðu framleiðsluna á virkinum í Skopun. Vit hava eisini spurt hann, nær hann væntar, at gongd fer at koma á aftur. Men, sum tann skilamaður, hann er, vil Marner einki siga, fyrr enn ítøkiligar ætlanir eru klárar at fremja í verki.
Tað hevur ljóðað, at ætlanir eru at umleggja flakaframleiðsluna, sum í fleiri ár hevur verið á virkinum í Skopun, til framleiðslu av lættsaltaðum fløkum. Eisini hevur verið frammi, at talan helst verður um virksemi úr frystum fiski - og ikki ísaðum fiski av føroyska landgrunninum.
Fríðhild Winther, sum gjøgnum mong ár hevur verið knýtt at flakavirkinum í Skopun, og sum eisini er forkvinna í Arbeiðarafelagnum Vónini, hevur framvegis ikki mist vónina um, at virkið í Skopun fer at lata uppaftur.
- Vit hava spurt Delta-menninar, og teir hava alla tíðina sagt, at ætlanin er at lata virkið uppaftur. Fleiri av okkara limum arbeiddu á flakavirkinum í Skopun, men nú eru limirnir, sum framvegis eru arbeiðsleysir, farnir at ótolnast.
Forkvinnan í Arbeiðarafelagnum Vónini sigur, at onkrar av kvinnunum, sum arbeiddu á flakavirkinum í Skopun, eru farnar í annað arbeiði, eitt nú í høvuðsstaðarøkinum, og onkur hevur funnið sær annað arbeiði í Sandoynni.
- Jú, vit hava stórt álit á Delta-monnunum, og vit hava framvegis álit á, at virksemið kemur í gongd aftur - undir einum ella øðrum formi. Tað merkist her í Skopun og í Sandoynni í síni heild, at einki fiskaarbeiði hevur verið í Skopun allar hesar mánaðirnar, sigur Fríðhild Winther.