Ætlaða stjórnarsamgongan millum Samfylkingina og Vinstri Grønir er ikki skipað enn Í morgun ljóðaði, at formaðurin í Samfylkingini, Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, skuldi fara til forsetan um middagsleitið at boða frá, at flokkarnir vóru komnir ásamt um at skipa samgongu.
Men seinni kom fram, at samgongan er ikki veruleiki enn, tí at Framsóknarflokkurin, ið skal virka sum stuðulsflokkur hjá stjórnini, er ikki nøgdur við samgonguskjalið.
Eitt nú ljóðar, at flokkurin vil hava orðalagið um búskaparpolitikkin broytt, og tað tekur eftir øllum at døma tíð.