Ósemjan í stýrinum fyri Listasavnið er seiglívað, og eftir tríggjar fundir um setan av nýggjum leiðara hevur tað ikki eydnast at gera eina niðurstøðu. Mánakvøldið skuldi ein nýggj roynd gerast.
Tað var millum jóla og nýggjárs, at fyrsti fundurin um at seta nýggjan leiðara fyri Listasavnið varð hildin, og tá vildi eini meiriluti ? tríggir av fýra limum ? seta Helga Fossádal í starvið. Nevndirnar fyri Myndlistafelagið og Listafelagið høvdu báðar stillað Helga Fossádal inn til starvið, og hesari innstilling tók meirilutin í stýrinum undir við.
Formaðurin ímóti
Formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið, Gunnar Hoydal, er ímóti hesi innstilling, tí hann heldur, at kravið til leiðaran er, at hann skal hava listfrøðisliga útbúgving, og tað hevur Helgi Fossádal ikki, hóast hann hevur verið virkin í føroyskum listaumhvørvi í nógv ár og áður hevur verið fyribils leiðari fyri Listasavnið.
Fyrst legði Gunnar Hoydal málið fyri Mentamálaráðið, sum hann umboðar í stýrinum, men Mentamálaráðið hevur ikki viljað blandað seg upp í stríðið.
Meta um krøvini
Síðani hevur verið tosað um at fáa ein løgfrøðing at meta um krøvini í starvslýsingini fyri at vita, um tað er avgerandi fyri starvssetanina, at leiðarin skal verða listfrøðingur.
Triði fundurin í fundarrøðini hjá stýrinum fyri Listasavnið var sunnudagin, men hann endaði ikki við nakrari niðurstøðu, uttan at nýggjur fundur skuldi verða mánakvøldið.
Fólkini í stýrinum fyri Listasavnið eru Gunnar Hoydal, sum er formaður, Heðin Mortensen, sum umboðar Tórshavnar býráð, Astri Luihn umboðar Myndlistafelagið og Malan Marnersdóttir umboðar Listafelagið.