Dregur út í Kvívík

Tað verður ikki fyrr enn eftir heystfrítíðina, at almenn svimjing verður aftur í Kvívík.

Tað gongur ikki heilt sum ætlað við almennu svimjingini í Kvívík.

 

Í dag vita tey í Kvívíkar kommunu at siga, at svimjingin, sum ætlandi skuldi byrja aftur nú í endanum av august, helst ikki byrjar aftur fyrr enn í fyrsta lagi eftir heystfrítíðina.

 

Orsøkin til seinkanina er sambært kommununi, at arbeiðsfólk í sambandi við umvæling av skiftirúminum hjá kvinnunum hava rent seg í størri trupulleikar enn væntað.

 

- Tískil tekur arbeiðið drúgvari tíð enn ætlað, veit Kvívíkar kommuna at siga. Einki verður tó sagt um, hvørjir ítøkiligu trupulleikarnir í skiftirúminum eru.