Kurvabóltsstjørnurnar úr USA eru nú í OL finaluni, eftir at hava vunnið 109 83 á Argentina. Argentina megnaði at halda í til hálvleiks, so settu LeBron James, Carmelo Anthony ferðina upp.
Kevin Durant gjørdist toppskorari við 19 stigum, meðan LeBron James og Carmelo Anthony skoraðu 18 stig í part. Manu Ginobili, sum eisini er kendur úr NBA, varð toppskorari hjá Argentina við 18 stigum.
Dream Team skal í finaluni spæla móti Spania, sum vann hálvfinaluna móti Russlandi 67 59. Finalan verður sunnudagin klokkan 15:00.