Dream Team í hálvfinaluni

Kurvabóltsstjørnurnar úr USA eru víðari til hálvfinalurnar eftir ein 119 – 86 sigur Avstralia. Nú bíðar Argentina, sum vann á Brasil fyrr í kvøld, í hálvfinaluni.

 

Kobe Bryant var toppskorari fyri Dream Team, meðan LeBron James 14 ferðir var fyrstur á returinum. Fyri uttan eina løtu tíðliga í seinna hálvleiki tá munurin var niður í seks stig, so var USA greitt omaná.

 

OL fjórðingsfinalur í kurvabólti:

 

Russland – Litava 83 – 74

Frakland – Spania 59 – 66

Brasil – Argentina 77 - 82

USA – Avstralia 119 – 86

 

Hálvfinalur:

 

Argentina – USA (Fríggjadagin klokkan 21:00)

Spania – Russland (Fríggjadagin klokkan 17:00)