Dráttur vann sanna spenningsfinalu

Kvinnuunglingarnir hjá Drátti vunnu við bit og slit á TB í steypafinaluni

Eins og í kvinnufinaluni, so vóru TB og Dráttur í kvinnuunglingafinaluni í steypakappingini. Dráttur vann 2-0, men sett úrslitini vísa at talan var ótrúligan spenning í báðum settunum.

 

Í fyrsta setti vann Dráttur 26-24. Var spenningurin í fyrsta setti stórur, so var hann næstan óúthaldiligur í øðrum setti. Liðini skiftust um at hava sett bólt heilt upp til 31-30. Tá eydnaðist loksins Drátti at vinna seg tvey stig framum TB.

 

Sostatt er Dráttur steypavinnari í kvinnuunglingum í eini av teimum mest spennandi steypafinalunum, sum kann hugsast.

 

Steypafinalurinar í flogbólti hjá teimum yngru:

Gentur 14: TB - SÍ 2-0(25-17, 26-24)

Dreingir 14: – Fleyr 2-1 (25-17, 17-25, 15-12)

Gentur 16: SÍ – TB 0-2 (19-25, 14-25)

Dreingir 16: – Fleyr 2-1 (25-14, 18-25, 15-12)

Kvinnuunglingar: TB – Dráttur 0-2 (24-26, 30-32)

Mansunglingar: ÍF – SÍ