Drápsmenninir eru nú eyðmerktir

Yvirgangsmenninir eru nú eyðmerktir. Teir eru 34 ára gamli Said Kouachi, 32 ára gamli Cherif Kouachi og 18 ára gamli Hamyd Mourad

 

Yvirgangsmenninir eru nú eyðmerktir. Teir eru 34 ára gamli Said Kouachi, 32 ára gamli Cherif Kouachi og 18 ára gamli Hamyd Moura.

 

– og blóðugu sporini føra til tveir býir uttan fyri París. Tann yngsti yvirgangsmaðurin er 18 ár.

 

Antiyvirgangsdeildin hjá fronsku løgregluni hevur sporað og trokað seg inn í tvær ymsar íbúðir í sambandi við blóðuga yvirgangin á franska blaðnum, Charlie Hebdo í París í morgun.

 

Sambært fronskum miðlum eru tríggir mans eyðmerktir.

 

Sambært politinum eru teir 34 ára gamli Said Kouachi, 32 ára gamli Cherif Kouachi og 18 ára gamli Hamyd Mourad.

 

Teir fyrru eru brøður.

 

Sporini, sum í fyrstu syftu vóru 12 deyð og 8 særd fólk á blaðnum Charlie Hebdo og síðani bilur, sum teir høvdu latið frá sær í grannalagnum, førdu í fyrst til orstaðin Pantin og býin Reims.