Málið í Føroya rætti móti 26 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri í 2012 at hava dripið 16 ára gamla gentu í Hvannasundi, helt fram í dag.
Kringvarpið hevur fylgt málinum, og sambært KVF kom m.a. fram í dag, at familjulimir hava vitnað, og høvdu teir allir ilt við at trúgva, at talan kundi vera um, at gentan hevði tikið sítt egna liv, tí hon var ein ung og glað genta.
Høvuðsvitnið í dag var sambært KVF fyrrvernadi unnusta hjá 26 ára gamla manninum, sum nú er ákærdur fyri at hava gjørt av við 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen í 2012.
Hon greiddi frá, at tær báðar vóru vinkonur, men hetta endaði tá Maria og ákærdi funnu saman, at hetta samband endaði, og at hon og ákærdi síðani funnu saman. Síðani høvdu vinkonurnar ikki nakað veruligt samband. Tá segði høvuðsvitnið, at ein trupulleiki í nýggja parlagnum var, at Maria og ákærdi høvdu samband sínamillum.
Hon kom síðani inn á lagnutunga dagin, tá 16 ára gamla gentan doyði, og hvussu hetta ávirkaði ákærda, sum fór at drekka verri enn áður.
Hon greiddi frá, at ákærdi hevði sagt henni: “Eg drap hana”, men at hon hevði sagt honum: nei, at tað hevði hann ikki gjørt.
“Jú, eg helt beinunm hennara og helt hana undir vatninum”, hevði ákærdi svarað.
Høvuðsvitnið, fyrrverandi unnustan, helt hetta koma av skuldarkenslu, og trúði ikki ákærda.
Spurd í rættinum, um hon helt, at ákærdi hevði dripið Mariu Fuglø Christiansen, segði hon seg ikki vita, og hon segði seg heldur ikki vita, um talan kundi vera um, at gentan hevði tikið sítt egna llív.
Høvuðsvitnið segði seg ikki vera farna víðari við málinum, eftir at ákærdi hevði sagt seg hava dripið, tí hon trúði honum ikki.












