Drápsmál: Fleiri fólk handtikin í Ilulissat

Í kvøld hevur løgreglan handtikið fleiri persónar í grønlendska býnum, Ilulissat, har leivdir av einum líki eru funnar við ruskbrenningina í býnum.

 

 

 

Tað hendir nógv í grønlendska býnum, Ilulissat, í hesum døgum.

 

Drotning Margretha er komin á vitjan í dag, og stór løgreglulið eru í býnum í samband við eitt drápsmál.

 

Tað var seinasta leygardag, at eitt starvsfólk í ruskbrenningini í býnum fann partar av einum líki á ruskplássinum, og seinni eru aðrar leivdir av líkinum eisini funnar.

 

Grønlands Politi hevur sagt, at eyðmerkingin av tí deyða er nær, og at tað ikki er óhugsandi, at tað eisini fer at bera til hjá patologum at staðfesta deyðsorsøkina.

 

Málið verður kannað sum drápsmál, men fram til í dag hevur løgreglan sagt, at eingin er undir illgruna, og at eingin er handtikin og skuldsettur.

 

Men, í kvøld hevur pípan fingið annað ljóð.

 

Seint í dag hevur løgreglan í grønlendska býnum nevniliga handtikið fleiri persónar í samband við málið, og hesi fólk skulu nú avhoyrast hjá løgregluni.

 

- Í samband við tað, sum er funnið í ruskbrenningini í býnum, hava vit í dag handtikið fleiri fólk á einari adressu í Ilulissat.

 

Løgreglan sigur við Sermitsiaq í kvøld, at handtøkurnar fóru fram seint seinnapartin, og átakið gekk eftir ætlan.

 

Sambært Sermitsiaq skulu fólkini avhoyrast, og tekniskar kanningar skulu gerast á adressuni, har handtøkurnar vórðu framdar.

 

Tí verður eisini løgregla at síggja á adressuni í býnum, har handtøkurnar fóru fram.