Drápsmaðurin Peter Lundin fingið son

Peter Lundin, gitnasti drápsmaður í donsku søguni, hevur fingið ein son.

Peter Lundin, gitnasti drápsmaður í donsku søguni, hevur fingið ein son.

 

Hóast Peter Lundin er kendur sum drápsmaður, bæði fyri at hava dripið mammu sína í USA og gentuna hjá sær saman við tveimum synum hennara, 10 og 12 ára gamlir í Danmark í 2001, so gjørdist hann kendur í Føroyum, tá hann giftist við eini havnargentu í 2008.

 

Les eisini: Havnargenta gift við drápsmanni

 

Tað hjúnarlagið vardi ikki so leingi. Í tí sambandinum setti Peter Lundin seg í samband við Sosialin, tí hann helt ikki, at hann hevði fingið síni sjónarmið fram í føroyskum miðlum í sambandi við hjúnarskilnaðin. Hann helt seg verða illa viðfarnan í føroysku miðlunum.

 

Hann eitur ikki longur Peter Lundin, men kallar seg nú Bjarne Skoungaard.

 

Tann 22. oktober 2008 sendi hann Sosialinum bræv, har hann bað um at sleppa at gera samrøðu:

 

– Jeg mener, at jeg er blevet misforstået og derfor fortjener jeg chancen til at forklare og forsvare mig. Altså, når jeg bliver løsladt om nogle få år, så kan jeg jo ikke bare komme hjem til Færøerne, når alle er imod mig! Jeg elsker Færøerne, og det er mit nye hjem, skrivaði Peter Lundin í hondskrivaðum brævi til Sosialin.

 

Hóast hópdrápsmaður – ella kanska júst tí at hann er hópdrápsmaður, eru tað nógvar gentur, ið fjeppast uppi í honum. Hann er javnan frammi í donskum miðlum við nýggjum unnustum – og nú er søgan tann, at hann hevur fingið ein son síðsta mánadag.

 

Í 2001 fekk hann lívstíðardóm fyri morðið á gentu sína, Marianne Pedersen og synir hennara, Dennis og Brian, sum fóru 10 og 12 ára gamlir.

 

Peter Lundin giftist við hesi kvinnuni, hann nú fekk sonin saman við, í Anstalten ved Herstedvester í maimánaði í 2011. Hetta er fyrsta barnið hjá kvinnuni, men Peter Lundin fekk eisini ein son í 2000 saman við eini kvinnu, hann tá var giftur við. Tann drongurin varð føddur fáa mánaðir fyri, at hann drap Marianne Pedersen og synir hennara.

 

Eftir dómin fyri trífalda morðið, hevur Peter Ludnin fleiri ferðir roynt at fingið loyvi at hava samband við sonin. Men hetta er honum noktað. Bæði Københavns Statsamt og Civilretsdirektoratið, sum eru evstu myndugleikar á økinum, hava avvíst áheitanini frá Peter Ludin um at síggja sonin.

 

Men hendan nýfødda sonin kann Petur Lundin síggja, so leingi mamman vil tað. Á Anstalten ved Herstedvester, har Peter Lundin situr, eru innrættaðar vitjunaríbúðir, har tey fongslaðu kunnu verða saman við familju síni í upp til 47 tímar í senn.

 

Mamman hevur á einum barnaforumi á netinum skrivað, at hon og Peter Lundin longu hittast á hendan hátt, tá hon vitjar lívstíðardømda drápsmannin, sum hon er gift við. Tí kann Peter Lundin á henda hátt eisini vera saman við nýfødda soninum.