Drápið tók nakrar minuttir

Grind er hildin til á Skálafjørðinum í dag

Grindin, sum varð funnin á Lambavík í morgun, varð rikin á Skálafjørðin, har hon varð hildin til seinnapartin. Hon er einar 20 hvalir og verður býtt í drápspartar. Av Skálafjørðinum siga tey at drápið gekk væl, tí tað tók bara nakrar fáar minuttir