Drápið er byrjað – møguliga ein bólkur aftrat

Grindin, ið varð funnin í Nólsoyarfirði, hevur nú lagt beinini, men bátarnir eru farnir útaftur eftir einum øðrum bólki.

 

Drápið í Sandagerði byrjaði fyri løtu síðani, men løgreglan upplýsir, at bátar eru farnir út eftir einum øðrum grindabólki. 



Mett varð, at grindin er um einar 150 hval, men óvist er, um talan tá er um báðar bólkarnar ella bara fyrra bólkin.


Nógv fólk eru á sandinum, aftaná at sýslumaðurin mátti heita á fólk, um at koma til hjálpar.