Drap fýra løgreglumenn

Løgreglan í amerikanska statinum Washington leitar eftir einum 49 ára gomlum manni, sum myrdi fýra løgreglufólk á einari kaffistovu í gjárkvøldið. Løgreglan sigur, at tey fýra løgreglufólkini, tríggir menn og ein kvinna, vóru farin inn á kaffgistovuna á veg til arbeiðis.

Tey varnaðust, at tann 49 ára gamli hevði eina byrsu undir jakkanum, men áðrenn tey fingu umrøtt seg, tók hann byrsuna fram og skeyt tey fýra. Løgreglan sigur, at talan var um tilætlað dráp.

Drápsmaðurin er fyrr dømdur fyri rán og neyðtøku, men fekk grið fyri nøkrum árum síðani, skrivar AP.