Manningin á 60 tonsaranum Drangi var í vanda leygardagin, tá báturin knappliga fór at leka illa. Teir vóru staddir vesturi av Skeivabanka, og ringt var í sjónum. Teir fingu ikki siglt, tí sjógvurin hevði køvt motorin.
Tá Tjaldrið kom bátinum til hjálpar, var hann sjálvur førur fyri at halda lens, og tí varð ikki farið umborð við pumpum. Tjaldrið setti fast á Drangan, ið er gamli Saksaberg, og sleipaði hann inn á Miðvág.