Tríggir barnasjónleikarbólkar verða vístir á Meiarínum hetta vikuskiftið. Fyrsti bólkurin hevur sjey leikarar, og tey spæla leikin »Sólbrillurnar«. Annar bólkurin hevur 12 leikarar, og tey spæla leikin »Pinkulisa«. Hin bólkurin við 14 leikarum spælur leikin »Gullringurin«.
»Sólbrillurnar« eitur leikurin hjá bólkinum »Fræðnum«, har leikarnir eru í aldrinum 9-10 ár. Hetta er yngsti barnabólkurin á Dramaverkstaðnum, og fyrsti sjálvstøðugur leikur tey spæla. Tey byrjaðu teirra venjingar av leikinum í februar. Leikurin er umleið 10 minuttir.
Bólkurin »Spírin«, framførir »Pinkulisa«, ið er leikur eftir Ragnu Maju Kruse. Hettar eru børn 10 til 11 ár, frá Dramaverkstaðnum. Leikurin er skrivaður við íblástri úr ævintýrinum um »Tommelise«, sum Hans Christian Andersen skrivaði. Søgan er lisin upp fyri børnunum, og síðan hava tey improviserað og hugleitt um at fáa gjørt søguna til leik. Leikurin er umleið 20 minuttir.
»Gullringurin« er leikur eftir Ebbu Sofíu Kruse, og er leikurin skrivaður við íblástri úr føroysku sagnunum »Gullheyggurin« og »Nykurin við Leitisvatn«. Í bólkinum »Aksið« eru børn í aldrinum 11-14 ár, og hevur bólkurin arbeitt við leikinum síðan januar. Bólkurin er útvaldur at umboða Føroyar á Norðurlendsku barnasjónleikarastevnuni í Tana í summar. Leikurin er umleið 35 minuttir drúgvur.
Leiklongdin er umleið ein tíma og 15 minuttir.
Atgongumerkir fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma áðrenn sýningarnar.