Kyndil - Neistin 24-24 (12-13)
Kyndil skuldi eta burtur av leiðsluni hjá oddaliðnum, Neistanum, ið grannauppgerðini á Hálsi í dag.
Men tað var oddaliðið, ið byrjaði best. Neistin tóktist at hava fult tamarhald á dystinum, ið var nakað hart leiktur, sum vant er millum liðini.
Men við støðuni 8-10 til Neistan tá ið einir sjey minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki, fekk stórskjúttin hjá Neistanum, Rasmus Søby, beinleiðis reytt kort í álopsstøðu, tá ið hann var alt ov harðligur eftir at hann sjálvur varð takklaður.
Ein stórur missur fyri Neistan, ið kortini varðveitti leiðsluna í hálvleikinum, har ið støðan var 12-13.
Í seinna hálvleiki fekk Neistin eisini tamarhaldið á dystinum og hevði hug at liggja eini trý mál á odda.
Hetta helt sær til eitt korter restaði í av dystinum. Tá var støðan 19-22 til Neistan, men nú gjørdist trupult hjá Neistanum at fáa mál.
So við og við kom Kyndil tættari, og stutt fyri leiklok var støðan vorðin 24-24.
Bæði liðini høvdu møguleikan at avgera dystin, men hvørki av liðunum tók av, so at dysturin endaði uttan fleiri mál.
Málskjúttar hiá Kyndli:
Hjalti M. Jacobsen 5, Bartal K. Olsen 4, Tummas P. Hanusarson 3, Rógvi Dal Christiansen 3, John í Innistovu 3, Tróndur Wardum 2, David Edvarsen 1, Jóni G. Viderø 1, Høgni K. Olsen 1, Heini Edvardson 1
Málskjúttar hjá Neistanum:
Dánjal Ragnarsson 5, Tróndur Kragesteen 5, Pætur Mikkjalson 3, Rune Olsen 3, Rasmus Søby 2, Høgni Zachariassen 2, Jónsvein Dulavík 2, Karl Martin Olsen 1, Pál Niclassen 1
StÍF - H71 20-21 (8-9)
Á Skála var H71 favorittur móti StÍF, men hetta sást ikki, tí strandingar høvdu munin í fyrra hálvleiki. Men H71 kom aftur, og ein sera tættur og málfátækur dystur var avgjørdur í seinastu løtu, tá ið Andrias Gaard Fríðuson skoraði til endaliga úrslitið, 20-21 til H71.
Málsjúttar hjá StÍF:
Pætur Johansen 7, Marius Joensen 4, Jóannes A. Prestá 3, Pætur Ó. Barclay 2, Dávid Danielsen 1, Rani A. Højgaard 1, Martin Danielsen 1, Hendrikur Davidsen 1,
Málskjúttar hjá H71:
Peter Krogh 7, Vilhelm Poulsen 4, Leivur Mortensen 4, Pætur Thomsen 3, Andrias G. Fríðuson 2, Niklas H. Hanusson 1
VÍF - KÍF 29-30 (13-14)
Í Vestmanna er tað komið dátt við at Mladen Mjerimacka situr úti við skaða, men í hansara stað er málmanslegendan Eli Müller komin aftur á vøllin.
KÍF var eisini uttan fasta málverjan, Joakim Jürs eins og Pætur Skýlindal heldur ikki var við.
Tí hevði eisini KÍF gravað fyrrverandi hetjur fram, við at bæði Emil Dam og Jaspur við Garð vóru við í dag.
KÍF loystu málverjutrupulleikarnar betri enn VÍF, tí kollfirðingar fingu ein sera tiltrongdan sigur í Vestmanna.
Dysturin var avgjørdur í seinastu løtuni, tá ið Hans Eli Sigurbjørnsson skeyt eitt brotskast í málið til 29-30 til KÍF
Málskjúttar hjá VÌF
Sjúrður Olsen 9, Sjúrður Olsen 7, Hallur Arason 5, Johan í Garðastovu 4, Magnus Müller 1, Jón Müller 1, Rúni Joensen 1, Jóhannus Haldansen 1
Málskjúttar hjá KÍF
Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Ási Dam 5, Vilhelm Magnusson 4, Borko Cupara 4, Atli L. Hammer 3, Niklas Reginsson 2, Teitur Joensen 2, Poul Finnur Egholm 1