Í dýrdarveðrinum í kvøld endaði oyggjauppgerðin millum B68 og ÍF á Svangaskarði 1-1. Tað ber við sær, at ÍF er á sjeynda plássi við 12 stigum, og at B68 hevur 9 stig og harvið er tvey stig frammanfyri AB.
Leingi var tað langt millum uppløgdu málmøguleikarnar. Men síðstu seks minuttirnar var dramatikkurin øgiligur.
Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram í B68 brotsteiginum fór bólturin út um brotsteigin til Ara Ó. Ellingsgaard, sum úr 22 metrum smekkaði bóltin upp í málkrókin.
Lítla løtu seinni javnaði B68. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið Bartal Eliassen hevði steðgað Evrard Blé í gjøgnumbroti. Óli H. Olsen umsetti brotssparkið til mál og harvið 1-1.
ÍF venjarin Albert Ellefsen var ikki so ónøgdur, hóast hann í evstu løtu misti sigurin:
-Vit fingu betri tak á verjupartinum í dag, enn vit hava havt seinastu ferðirnar. Vit manglaðu Clayton Soares, og Bogi Reinert Petersen noyddist av vøllinum. Tað er skeivt at undirmeta lið sum B68, sum er stinnari, enn tað ofta verður roknað. Teir hava fleiri heilt góðar spælarar, eitt nú Hákun Edmundsson, sum tað verður spennandi at eygleiða í framtíðini.
Jógvan Martin Olsen, venjarin hjá ÍF, var fegin um úrslitið:
-Tað sá út til, at alt var farið, men tá ið vit javnaðu haldi eg, at tað var uppiborið. Spælararnir skulu hava rós fyri, at teir stríddust so væl. ÍF liðið var meiri varðið, enn tað hevur verið, og tað var einki at siga til. Eg eri nøgdur við, at tað eydnaðist okkara spælarum betri at spæla frammarlaga á vøllinum, enn tað ofta hevur eydnast fyrr í ár, men vit fingu ikki úrtøku úr 3-4 góðum møguleikum, segði B68 venjarin.
LIÐUGT
1-1
2 minuttir lagdir aftrat.
90) 1-1: Óli H. Olsen br
89) 0-1
Eiler Rasmussen peikar á ellivu metra blettin, eftir at Bartal Eliassen hevur skumpað Evrard Blé í høvdið.
87) 0-1
Tað var um reppið, at B68 svaraði aftur í næsta álopi. Men eftir innlegg rakti Johnleif Højgaard ikki bóltin, tá ið hann royndi við høvdinum at seta bóltin í málið!
85) 0-1: Ari Ó. Ellingsgaard 84.
Eftir horna og fleiri ferðir tætt við í B68 málteiginum fór bólturin út um brotsteigin til Ara Ó. Ellingsgaard, sum úr 22 metrum smekkaði bóltin heilt upp í málkrókin. Fagnaður millum fuglfirðingar á Svangaskarði!
80) 0-0
ÍF hevur sítt fólk fremri á vøllinum enn heimamenninir. Men tað er eins vandamikið, tá ið B68 roynir seg við sendingum fram til fremru menninir. Nú var tað um reppið, at Andrias á Líknargøtu varð vandamikil, tá ið hann hevði sneitti framvið fleiri.
Karl Løkin er eyðsýndasti ÍF spælarin, eisini í álopspartinum.
B68 hevur skift út. Jónleif Højgaard er komin á vøllin, og út er farin Andrias á Líknagøtu.
75) 0-0
Veðrið er framúr, men tá ið tað snýr eg um málmøguleikar stendur tað ikki so væl til.
70) 0-0
Gongdin er tann sama. Tað er langt millum møguleikarnar, og nú er spælbýtið rættiliga javnt.
65) 0-0
B68 hevur síðstu løtuna svarað aftur, men tað er framvegis langt millum møguleikarnar, hóast ferðin hevur verið høg fyrra partin av 2. hálvleiki.
ÍF hevur skift út. Frank Poulsen er komin á vøllin fyri Boga R. Petersen. Nú er Dánjal á Lakjuni fremsti maður hjá ÍF.
60) 0-0
Tað er koppað hinvegin. Nú er tað ÍF, sum hevur hug at seta seg á spælið. Fuglfirðingar vinna næstu bóltarnar, og teir eru oftari í álopsstøðu enn mótstøðumenninir.
56) 0-0
Eftir langa sending frá Leivuri Joensen var Karl Løkin í góðari støðu, tá ið hann royndi seg. Bólturin fór millum beinini á B68 málverjanum, sum so steðgaði bóltinum á strikuni. Karl heldur seg um høvdið!
51) 0-0
B68 legði bragdliga fyri eftir steðgin. Hákun Edmundsson var sera tætt við beinanvegin, men ÍF hugburðurin er góður hesa fyrstu løtuna eftir steðgin.
46) 0-0
HÁLVLEIKUR
0-0
Fyrru trý korterini eru farin afturum. Spælararnir eru farnir at hvíla seg, og støðan er málleysur javnleikur.
Tað er einki at taka seg aftur í, at bæði liðini hava lagt stóran dent á at halda tætt í verjupartinum. Talan hevur ikki verið um nógvar málmøguleikar, men spælið hevur verið ferðmikið og intenst.
35) 0-0
Tað snýr seg framvegis fyrst og fremst um at halda tætt. Men báðir venjararnir koyra á sínar spælarar. Heimaliðið hevur meiri fólk við í álopunum, enn gestirnir hava tað.
Spentastu ÍF støðurnar standast, tá ið B68 kiksar í uppspælinum – við sendingum upp á tvørs.
Hjá B68 er tað meiri broddur í, tá ið liðið fer í álop. Serliga eyðsýndur er Óli Højgaard Olsen.
30) 0-0
Fuglfirðingar hava ikki verið so nærgangandi, men nú glógvaði. Eftir kiks í B68 uppspælinum sneiddi Karl Løkin seg í støðu, sum bar møguleika fyri skoti. Karl royndi seg, og Kristian Joensen bjargaði til horna, sum einki spurdist burturúr.
ÍF hevur verið meiri við seinnu løtuna.
25) 0-0
ÍF hevur havt fyrsta hornasparkið. Tí spurdist einki burturúr. Í næstu løtu sneiddi Kristian Anton Andreassen, høgri vongverji hjá B68, seg framvið fleiri mótstøðumonnum. Tað endaði við hornasparkið, og eftir innleggið royndi Evrard Blé seg við góðum stútara.
Bogi Reinert Petersen hjá ÍF hevur verið uttanfyri til viðgerðar, eftir at hann var farin at bløða í munninum.
Fuglfirðingar tykjast vera nøgdir við støðuna, sum hon er.
20) 0-0
B68 hevur havt risa møguleika. Eftir framlegging frá Jóhan Dávur Højgaard sneiddi Óli H. Olsen seg framvið miðverjanum Poul N. Mikkelsen, áðrenn hann spældi Hákun Edmundsson leysan. Hákun royndi seg, men Jákup Mikkelsen bjargaði til horna, og eftir innleggið var tað aftur vandamikið. Støðan endaði við frísparki úr 25 metrum, og tá sendi Mads Rosenberg bóltin væl upp um málið.
Fritleif í Lambanum hevur sæð gult fyri at drála í sambandi við fríspark.
15) 0-0
Bartal Eliassen hevur ligið skaddur á vøllinum eftir samanstoyt við Hákun Edmundsson, sum fekk frísparkið. Bartal er komin aftur á vøllin.
10) 0-0
Tað hevur verið friðarligt hesa síðstu løtuna, spælbýtið er javnt, og talan hevur ikki verið um málmøguleikar.
B68 hevur fingið fyrsta hornasparkið í kvøld, men eftir innleggið stútaði Hákun Edmundsson í síðunetið skeivu megin stólpan.
5) 0-0
B68 hevur havt fyrstu royndina. Eftir framlegging varð Óli H. Olsen púra leysur, hann smekkaði til av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór framvið málinum.
Síðsta uppgerðin í 10. umfari er á Toftum í kvøld. B68 hevur vitjan av ÍF, og fyrsta bríkslið verður klokkan 19. Tað eru bara tólv dagar síðani, at hesi somu liðini spældu á sama vølli. Tað var í steypakappingini, og ta ferðina vann B68 4-3.
Síðsta umfar í landskappingini var tað misjavnt, hvussu tað gekk hjá hesum báðum liðunum. Ta ferðina vann B68 5-3 á heimavølli ímóti KÍ, meðan ÍF á heimavølli legði rygg til 4-1 tap ímóti AB.
Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði eru góð. Tað er turt, lotið av eystri ella landsynningi er næstan einki, og vøllurin er framúr góður.
Merkisvert er tað, at Clayton Soares ikki er í ÍF álopinum í kvøld. Bogi Reinert Petersen er fremsti maður, og Kristoffur Jakobsen er saman við Karl Løkin á verjukendum miðvallarplássi.
B68 spælir við somu manning, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið.
B68-ÍF kl. 19.00
Dómari: Eiler Rasmussen
B68: Kristian Joensen – Kristian Anton Andreasen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen – Andrias á Líknagøtu, Hákun Edmundsson, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen, Mads Rosenberg –Óli H. Olsen
ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliassen, Poul N. Mikkelsen, Nenad Saric – Karl Løkin, Fritleif í Lambanum – Ari Ó. Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen, Dánjal á Lakjuni – Bogi R. Petersen