Dramatiskur Deiggj føðingardagur á Tvøroyri

Tá Deiggj trummuleikarin gjørdist ov seinur til Smyril leygarkvøldið, mátti tyrla setast inn fyri at bjarga 25 ára føðingardegnum hjá navnframa Suðuroyarbólkinum.


Tá Deiggj leygarkvøldið fór á pall í Tvøroyrar Klubba, at hátíðarhalda 25 ára føðingardagin hjá bólkinum, í staðnum har alt byrjaði fyri 25 árum síðan, var hýrurin munandi betur, enn hann hevði verið nakrar fáar tímar frammanundan.
Umstøðurnar hjá Deiggj, minna ikki sørt um teir trupulleikarnir, ið Summarfestivalurin og G!Festivalurin høvdu í summar.
Í tveir og ein hálvan tíma hildu limirnir í bólkinum, at teir skuldu spæla uttan at vera fullmannaðir. Trummuleikarin Herluf, bassleikarin Sverri og ljómborðsleikarin Pætur skuldu allir koma suður við Smyrli kl. 20 leygarkvøldið, men tá Smyril legði frá landið, vóru einastu deiggjararnir umboð Pætur og Sverri, meðan Herluf stóð á bryggjuni eina lítla løtu ov seinur.
Lagið á Deiggja var ringt hesa løtuna. Bólkurin fekk spælt, tí hann er somikið væl stillaður, at sangarin Dennis er gamli trummuleikarin í bólkinum, men hetta fór at merkja spæliskránna, og teir fingu tí ikki spælt nógv av tí, ið teir ætlaðu at spæla. Fróði Vestergaard viðgongur at lagið var í botni hesa løtuna.
- Hvat hendi, jú ,klokkan 22.35 kemur Tyrlan hjá Altantsflog flúgvandi út úr myrkrinum og út stígur Herluf. Hann  hevur leiga sær Tryluna, sigur Fróði.
Hinir sótu tá og fingu okkum ein betri bita heima hjá Dennis, ið inntil hetta hevði eitt kvøld handan trummurnar í væntu.
- Tað lætnaði og humøri vendist 180 gradir, sigur Fróði.
Deiggj spældi síðan alt kvøldið fyri einum klubba, ið var á tremur við fólki.
Teir mundu ikki sloppi av pallinum aftur, tí øll vildu hava eitt eykalag, greiðir Fróði Vestergaard væl nøgdur frá.
Fróði sigur, at hóast tað var dýrt at leiga tyrluna, so var tað allar pengarnar vert.