Dramatiskt sjómanstak

Eftir eina sera harða og dramatiska kapping eydnaðist tað Oben Poulsen at endurvinna føroyameistaraheitið í sjómanstaki á Sjómannadegnum í gjár


Sjálv finalan í sjómanstaki stóð millum verandi føroyameistaran, Oben Poulsen, úr Miðvági og Ásmund Joensen úr Klaksvík.

Men langt áðrenn tað kom har til, vísti miðvingurin, at hann er gjørdur úr onkrum serligum tilfari, tá tað ræður um at taka sjómanstak. Hóast tað fleiri ferðir var um reppið, eydnaðist tað ongum at fáa armin hjá Oben Poulsen so frægt niður móti borðinum, at hann varð við undirlutan. 



Máttu steðga

Longu í hálvfinaluni millum Oben Poulsen og Ísak Petersen av Viðareiði, varð lagt upp til ein sannan gysara. Kappingin mátti steðgast fleiri ferðir, tí onkur albogi hevði lyft seg ov langt upp frá borðinum. Til endan vóru armar so eymir og menn so móðir, at teir máttu sleppa at hvíla seg. Tá teir báðir brustu saman aftur løtu seinni, mátti viðoyingurin tó lúta til endan.

Í finaluni móti Ásmundi Joensen prógvaði Oben Poulsen so enn einaferð, at føroyameistaraheitið í sjómanstaki fyribils liggur trygt í hansara lógva. 



Øðrvísi borð

Í kappingini í sjómanstaki á Sjómannadegnum í fjør sótu luttakararnir á stólum við eitt borð, meðan teir dystaðust. Hetta hevði við sær, at fleiri vórðu diskvalifiseraðir, tí teir høvdu huga at lyfta afturpartin upp frá, meðan harðast leikaði á.

Fyri at sleppa undan hesum trupulleikanum, høvdu fyrireikararnir í ár syrgt fyri, at luttakarnir í staðin stóðu uppi við eitt lutfalsliga høgt borð. Hetta bøtti munandi um, hóast dómararnir framvegis máttu halda neyvt eyga við, at albogar ikki lyftu seg ella fluttu seg ov langt frá ásettu strikunum á borðinum.