Dramatiskt ferðsluóhapp:Sluppu ikki úr bussinum í tveir tímar

Ferðafólk í bussinum hjá Bygdaleiðum úr Havnini vestur í Vágar leygarmorgunin, høvdu eitt dramatiskt upplivilsi, tá ið bussurin fór útav vegnum og vandi var fyri, at hann koppaði

Tíðliga leygarmorgunin fekk løgreglan boð um, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var farin útav vegnum ímillum Kollafjarðartunnilin og rundkoyringina í Kollfjarðardali.

Bussurin var á veg vestur á flogvøllin við ferðafólki, tá ið hann gleið út av vegnum.

Bussurin helti so nógv at hann stóð og riðaði, so at vandi var fyri at hann skuldi koppa í tí nógva vindinum.

Tí vildu tey ikki lata tey 10-12 ferðafólkini sleppa úr bussinum, tí vandi var fyri, at skaði kundi staðist av, skuldi bussurin koppa útyvir tey.

Boð vórðu send eftir sløkkiliðnum og fólki frá Landsverki og tað eydnaðist teimum at tryggja bussin við endum, so at hann ikki skuldi koppa og tá eydnaðist at fáa ferðafólkini úr honum í øllum góðum.

Tað var eitt arbeiðið, sum tók ímillum ein og tveir tímar og hesa tíðina høvdu ferðafólkini onki val, uttan at verða sitandi í bussinum.

Ferðafólkini fingu so annan fart vestur í Vágar og síðani var roynt at fáa bussin uppaftur, men hann er bæði stórur og tungur, so tað tók sína tíð.