Sermerktir sigrar til tey stóru í Premier League

Premier League: Tað var mál og dramatikkur fyri allar pengarnar í fyrstu dystunum í 4. umfari

Sjey dystir í 4. umfari í Premier League hava verið í gjár. Manchester City, Liverpool, Chelsea, Arsenal og Manchester United vunnu øll sermerktar sigrar.

 

Manchester City vann 4-2 á Crystal Palace. Sermerkt við dystinum var, at gestirnir vóru á odda 2-0 í hálvleikinum, men við einum hattriki frá Erlingi B. Haaland í seinna hálvleiki vendi Manchester City dystin.

 

Liverpool kom aftur á beint við at vinna heili 9-0 á AFC Bournemouth. Tað er ein tangering av metinum fyri størsta sigurin í Premier League. Manchester United eigur tveir slíkar sigrar. Ein á Ipswich fyrst í 90 unum, og ein á Southampton. Sama Southampton tapti eisini 9-0 móti Leicester City. Merkisvert er, at Mohamed Salah hvørki fekk mál ella átti upplegg.

 

Chelsea vann 2-1 á Leicester City, sum er í trongum skóm í løtuni. Tó hevði sigurin eina fintu, tí tað var 0-0, tá Conor Gallagher eftir 28 minuttir fekk sítt seinna gula kort. Raheem Sterling og Chelsea megnaðu tó at vinna dystin við einum í undirtal í ein tíma. Hetta eru fyrstu málini hjá Raheem Sterling.

 

Arsenal hevur fult stigatal og er á odda í Premier League, men eitt skifti vóru teir aftanfyri í London-uppgerðini móti Fulham í dag. Stórspælandi Aleksandar Mitrovic legði gestirnar á odda, men Martin Ødegaard og Gabriel Magalhaes megnaðu at venda dystunum. Seinnnevndi átti sín lut í leiðslumálinum hjá Fulham.

 

Manchester United vann 1-0 á útivølli móti Southampton. Tað ljóðar ikki av nógvum, men fyri Manchester United er tað ferð í átta dystinum, at tað eydnast. Teir sjey undanfarnu útidystirnar hevur Manchester United tapt. Bruno Fernandes skoraði málið og Casemiro fekk sínar fyrstu minuttir á vøllinum.

 

Premier League 4. umfar:

 

Leygardagin:

Southampton – Manchester United 0-1

 

Brentford – Everton 1-1

 

Brighton – Leeds 1-0

 

Chelsea – Leicester City 2-1

 

Liverpool – AFC Bournemouth 9-0

 

Manchester City – Crystal Palace 4-2

 

Arsenal – Fulham 2-1

 

Sunnudagin:

 

Aston Villa – West Ham

 

Wolverhampton – Newcastle

 

Nottingham Forest - Tottenham